Tænastur
Gró veitir ráðgeving innan arkitektur og býarskipan til privatar og almennar byggiharrar. Hetta kann til dømis vera:
- Skitsering og projektering av minni og størri verkætlanum – frá býarskipan og heildarætlanum til sniðgeving av bygningum og innrætting.
- Skitsering og projektering av sethúsum, umbyggingum og dagføring av gomlum húsum og bygningum.
- Serfakliga ráðgeving innan heilsu- og umsorganarbygging
- Innleiðandi greiningar og skrálegging av verkætlanum
- Menning av byggiskráum, kappingarskráum, útboðstilfari v.m.
- Samskipan av fakligum tiltøkum, fyrilestrum, verkstovum o.t.
- Samskipan og leiðslu av brúkarahoyringum
- Gransking av verkætlanum
- Faklig upplegg til borgarafundir, kjakfundir o.t.
- Faklig døming í arkitektakappingum, útboðum v.m.
- Skráseting av varðveitingarvirði, mentanarumhvørvi o.t. í bygdum ella býarpørtum.
Viðmæli
Í sambandi við projektering og bygging av H-bygninginum til Landssjúkrahúsið arbeiddi eg tætt saman við Ninu. Eg sum verkætlanarleiðari, og hon sum málsarkitektur. Eg kann bara geva henni mítt besta viðmæli. Hon er sera professionel og trúgv móti bæði tað fagurfrøðiliga og nýtiliga í bygninginum og hevur altíð hjartað fyri tí menniskjansliga, soleiðis at menniskjuni, ið skulu nýta bygningin, altíð eru í miðdeplinum. Hon megnar bæði at vísa stóran smidleika yvir fyri avbjóðingum, sum stinga seg upp, og er ikki smæðin við at traðka í karakter.
Nina er fakliga dugnalig, ein góður og trúgvur starvsfelagi og ikki minst eitt gott menniskja.
Bogi Dam Jacobsen
Verkætlanarleiðari
Vit fingu ráðgeving frá Ninu í sambandi við umbygging av okkara 60´ara húsum og høvdu vit ikki kunnað verið hesa ráðgeving fyri uttan. Hon hjálpti okkum á mál við at fáa eini hús, ið liva upp til okkara tørv við virðing fyri upprunastílinum í húsinum, nærumhvørvinum og veðurlagnum. Hon hevur skapt eina nýggja planloysn, nýggjar framsíður og vindeygaop, umframt at hon hevur latið eygu okkara upp fyri loysnum, vit ongantíð høvdu hugsað um sjálv.
Asløg Schytter Andersen
Fulltrúi