Gró er ein fyritøka, ið veitir ráðgeving innan arkitektur og býarskipan til bæði privatar og almennar byggiharrar.
Nina A. Arge // arkitektur
Nina A. Arge, arkitektur, eigur fyritøkuna. Hon varð útbúgvin á arkitektaskúla í Aarhus í 2006 og hevur síðan nomið sær serliga vitan og royndir innan lekjandi arkitektur. Harumframt hevur hon eina eftirútbúgving innan býarskipan. Við einum ynski um at vita meira um menniskjað og menniskjaskapta umhvørvið enn betur, hevur hon tikið grundfak innan fólkalívsfrøði og sosiologi á Fróðskaparsetrinum.
Nina hevur nógvar royndir við projektering, skitsering, kappingum, verkætlanarleiðslu, brúkarahoyringum og skrálegging. Eisini hevur hon verið fakligur dómari í arkitektakappingum. Verkætlanirnar, hon hevur verið partur av, eru í stóran mun innan sjúkrahús- og heilsubygging, mentanarbygningar, býar- og bygdamenning umframt bygging til almannaøkið. Hon hevur teknað sethús og umbyggingar og havt almennar framløgur um arkitektur og býarskipan. Millum annað í vælumtóktu útvarpssendirøðini Kul faktor Føroyar hjá Kringvarpi Føroya.
Viðmæli
Í sambandi við projektering og bygging av H-bygninginum til Landssjúkrahúsið arbeiddi eg tætt saman við Ninu. Eg sum verkætlanarleiðari, og hon sum málsarkitektur. Eg kann bara geva henni mítt besta viðmæli. Hon er sera professionel og trúgv móti bæði tað fagurfrøðiliga og nýtiliga í bygninginum og hevur altíð hjartað fyri tí menniskjansliga, soleiðis at menniskjuni, ið skulu nýta bygningin, altíð eru í miðdeplinum. Hon megnar bæði at vísa stóran smidleika yvir fyri avbjóðingum, sum stinga seg upp, og er ikki smæðin við at traðka í karakter.
Nina er fakliga dugnalig, ein góður og trúgvur starvsfelagi og ikki minst eitt gott menniskja.
Bogi Dam Jacobsen
Verkætlanarleiðari
Vit fingu ráðgeving frá Ninu í sambandi við umbygging av okkara 60´ara húsum og høvdu vit ikki kunnað verið hesa ráðgeving fyri uttan. Hon hjálpti okkum á mál við at fáa eini hús, ið liva upp til okkara tørv við virðing fyri upprunastílinum í húsinum, nærumhvørvinum og veðurlagnum. Hon hevur skapt eina nýggja planloysn, nýggjar framsíður og vindeygaop, umframt at hon hevur latið eygu okkara upp fyri loysnum, vit ongantíð høvdu hugsað um sjálv.
Asløg Schytter Andersen
Fulltrúi
Nina er sera framsíggin í síni tilgongd til arbeiðið, og hennara hugskot til loysnir eru bæði kreativ og realistisk. Hon er professionell, hugkveikjandi (ella hugskotsrík?) og dugnalig at arbeiða saman við. Eg eri sera fegin um samstarvið við Ninu.
Lív Patursson
Fulltrúi, Almanna- og Mentamálaráðið
Í sambandi við ætlanirnar at byggja føroyingum eitt Tjóðleikhús, tók Nina Arge yvir sum verkætlanarleiðari í august 2021. Sum partur av byggi- og dómsnevndini, og seinni sum limur í stýrisbólkinum, havi eg samstarvað tætt við Ninu. Gjøgnum hetta samstarvið fekk eg vissu fyri, at verkætlanarabeiðið var í tryggum hondum undir hennara leiðslu.
Eg havi sæð, hvussu nógva orku Nina hevur lagt í arbeiðsuppgávurnar, og hvussu heiðurliga hon hevur leitt verkætlanina, hóast tilgongdin hevur verið long og avbjóðandi orsaka av uttanhýsis mótspæli og politiskari ósemju. Nina hevur havt ein greiðan og jaligan hugburð til uppgávuna, sum hevur borið verkætlanina so langt fram á leið, sum møguleiki hevur verið fyri. Við tí partinum, hon kundi hava ávirkan á, hevur Nina arbeitt miðvíst, og varð hetta so væl úr hondum greitt, at tað kundi arbeiðast víðari við tí, tá skipanin loyvdi tí. Regluligir fundir og kunning til okkum, ið hava sitið í bygginevndini og stýrisbólkinum, hava hildið okkum til, takkað verið hennara áræði, arbeiðsdygd og jaliga lyndi.
Jenny C. Petersen
Fyrrverandi stjóri á Tjóðpalli Føroya
GRÓ
- vaksa og mennast á ávísum stað, næla, spretta, (orðt.) grør um gangandi fót, heima situr svøltandi kráka honum sum er íðin vignast fyri; húsini grógva undir el. eru undirgrógvin í grasi (avvaksin við grasi)
- (um sár, beinbrot o.s.fr.) verða heilur, lekjast, grøðast, heilast, beinbrotið gróði væl saman aftur